Tríggjar vinkonur

Hevur mannaættin lært ?

24.03.2011 -

Eftir vitjanina við olympiska leikvøllin og ein lítlan matarbita gekk leiðin til týningarleguna ‘Sachsenhausen’, ið liggur einar 35 km uttanfyri Berlin.

Ein hin størsta ræðusøgan hjá mannaættini tekur ímóti okkum við portrið inn til ‘Sachsenhausen’. Áðrenn vit fóru úr bussunum, vórðu næmingarnir kunnaðir stutt um søguna, og bidnir um at vísa ta virðing fyri hesum staði, ið var sjálvsøgd.
Eftir vitjanina var semja um, at hetta hevði ikki verið neyðugt, tí henda vitjanin brendi seg inn í sinnið teirra.

Við tílíka vitjan fara tankarnir at reika, og spurningurin frá yvirskriftini meldar seg, nú vit til gerandis síggja í miðlunum allar ræðuleikarnar kring heimin. Og gott er, at miðlarnir vísa frá hesum, tí brotsmenninir mugu ongantíð fáa loyvi til at goymar teirra ræðurgerðir burtur.

Ikki meir enn tríggir mánaðir eru gingnir, síðani ný-nazistar í Týsklandi seinast gjørdu seg inn á týningarleguna ‘Sachsenhausen’ í eini roynd at fjala henda sannleika, ið menniskjaættin má taka ábyrgdina av.

Eftir vitjanina endaðu vit dagin í hugnaligari matstovu, og gleða okkum til hósdagin við nýggjum upplivingum.
 
Hoyr ljóðfílu her:

108852__emsiarma__snipershot.mp3   Ljóðfíla





Kom í NámX