Júst komin av súkkluni
30.04.2014 - Peter Hentze Niclasen

Í allarfagrasta veðri var súkklutúrur á skránni hjá Nám X næmingum  týsdagin 29. apríl.

Omanfyri 130 Nám X næmingar sóust á gøtunum í smærri bólkum við ferðaleiðara. Berlin vísti seg frá bestu síðu síni; og herfrá skal Berlin verða viðmældur sum ferðamál.

Nógv var á skránni tílíkan súkklutúr. Okkara ferðaleiðari tosaði um mentan og ágóðan av, at Berlin einaferð var býttur í Eystu- og Vesturberlin. Fyrimunurin av hesum í dag er, at nógv konserthús og aðrir mentanarstovnar eru í samanlagda Berlin – tí sjálvandi skuldi bæði Eystur- og Vesturberlin hava sítt konserthús, sítt býarbókasavn, sítt fornminnissavn o.s.fr.

Hann tosaði um bókabrenning á sokallaða Operatorginum í mai 1933; og hvussu einaræði trælka mentanina í vitanini um, at tey so eisini trælka fólksins rødd og samvitsku samfelagsins. Hann spurdi, um hetta kundi vera galdandi í framkomnum samfeløgum tann dag í dag, ella um vit øll vóru komin víðari.

Nám X næmingar hugsaðu um spurningin, men svaraðu ikki … Tey nutu veðrið og løtuna. Teirra løta kemur, og megna tey uttan iva at lyfta samfeløg framá.





Kom í NámX