Tynri, lættari, skjótari, facetime 10 tíma battarí tíð.

Apple gjørdu í 2010 iPad, í 2011 hava teir gjørt iPad 2.


Hvat er ein iPad?

Ein iPad kann hugsast at vera ein blanding av einum iPodi og einari farteldu. Hann hevur allar eginleikarnar sum ein iPod hevur, og hann er líka stórur sum ein minni fartelda. Helst er iPad gjørdur til at avloysa fartelduna, tí hann hevur næstan alt tað, sum væntað er av einari farteldu.


Nær og hvar kann ein keypa iPad 2?

11. mars í 2011 kom iPad 2 til sølu í USA. Síðani kom iPad 2 til 26 onnur lond 25. mars. Tíverri eru Føroyar ikki eitt av teimum londunum, men væntandi er, at iPad 2 kemur til Føroya í summar.

 

Hvat er nýtt við iPad 2?

+ 2x skjótari

+ 9x fer betri grafikk (t.v.s. at spøl koyra munandi betri á iPad 2)

+ 33% tynri

+Myndatól aftan og framman

+ verja til skíggjan

+ Airplay (iPad 2 fær tráðleyst samband til sjónvarpsskíggjan, um Apple TV er sett til skíggjan)

+ Facetime, ið ger tað møguligt at hava video samrøður við aðrar Apple vørur (iPod, Mac osfr.)


Myndatól

Myndatólið aftan á iPad 2 hevur 5 mega pixel, og videoupptøkan er í HD.

Myndatólið framman tekur upp í VGA.

Streymur og battarí

Battaríið í iPad 2 heldur til, at tann einstakli kann vera 10 tímar á netinum við honum.

 





Kom í NámX