
Mynd: ÍSF
27.05.2020 - Miðlabreytin
ÍSF og ítróttarbreytin í Nám X hava seinastu árini samstarvað um, at næmingarnir hava fingið møguleika at taka venjara 1 útbúgvingina, sum ÍSF skipar fyri.
Í gjár fingu so 22 næmingar handað venjaraprógv.
Næmingarnir kunnu eitt nú brúka venjaraútbúgvingina í feløgunum, sum teir eru knýttir at og veruliga gera ein mun har.
Heri Ziska hevur staðið fyri undirvísingini saman við lærarunum John Petersen og Birnu Berglind.