Ítróttarbreytin við skerdum førleikum í dag

06.11.2018 - Miðlabreytin

Parasport Føroyar vitjaði ítróttarbreytina í Nám X í dag.

Parasport Føroyar er sersamband fyri ítróttarfólk, ið bera brek - og er limur í ÍSF.

Í endamálsorðignum Parasport Føroya stendur m.a., at neyðugt er at bera út kunnleika um ítrótt og fólk, ið bera brek - og fremja samstarv millum Parasport Føroyar og skúlaítróttin.

Næmingarnir á ítróttarbreytini royndu ymsan ítrótt, ið gjørdi tey varug við, hvørjar avbjóðingar eru á lívsleið teirra, ið bera brek.

T.d. royndu næmingarnir bóltspøl, har tey onga sjón høvdu - eins og tey eisini royndu flogbólt í rullistóli - uttan førleikan at nýta beinini.

Helst er tílík vitjan við til at víðka sjónarringin hjá næmingunum um ymsu abjóðingarnar, ið hesin bólkur í samfelagi okkara, ið ber brek, stendur yvirfyri hvønn einasta dag.





Kom í NámX