Japan flutti seg

Ein avleiðing av máttmikla jarðskjálvtanum er, at Japan hevur flutt seg 2,5 metrar eysturyvir.

Japanar siga nú, at tey máldu skjálvtan til 9,0 á Richer skalanum. Tískil er jarðskjálvtin millum fýra teir máttmiklastu nakrantíð. 

Sambært ameriskum jarðfrøðingum hevur jarðskjálvtin eisini elvt til, at Japan hevur flutt seg 2,5 metrar eysturyvir, og Kyrrahavið er so tódnað tilsvarandi. Serfrøðingar úr Italia leggja afturat, at ásið jarðarinnar eisini er broyttur við nærum 10 cm. 

Oyðileggingarnar eftir jarðskjálvtan og fylgjandi Sunami bylgjuna eru øgiligar. Fleiri túsund menniskju hava latið lív, eins og stór øki eru fullkomiliga løgd í oyði av 10 metra høgu bylgjuni, sum skolaði inn yvir landið og tók við sær hús, vegir, bilar, skip og flogfør. 

Onkustaðni náddi flóðaldan 10 kilometrar inn í landið. Japan er sera útsett fyri jarðskjálvtum og liggur í sjálvum brotpunktinum millum fýra tektoniskar plátur í Eldringinum í Kyrrahavinum. Hesin jarðskjálvtin hendi, tá jarðarskorpan opnaðist í einum øki, ið er 400 kilometrar langt og 160 breitt. Pláturnar fluttu seg 18 metrar, upplýsa japanskir jarðfrøðingar. 

Til tess at lýsa styrkina verður sagt, at hesin skjálvtin var hundrað ferðir máttmiklari enn tann, ið rakti Haiti í fjør og kravdi meira enn 200.000 mannalív. 

Neyvan er nakað samband er millum henda skjálvtam og tann, ið var í Christchurch á Nýsælandi herfyri. Til tess er frástøðan ov stór, siga amerikanskir jarðfrøðingar.

Kelda: Netavísin




Kom í NámX