Nám X til OL

24.03.2011 -

Hesin dagurin var tann stóri útferðardagurin.

Vit byrjaðu fyrrapartin við at vitja olympiska leikvøllin í Berlin. Tað var á hesum leikvølli, at Jesse Owens við sínum sigrum skelkaði Hitler, og setti spurnartekin við hansara hugmyndafrøði um, at ariska ‘racan’ var tann mætasta.
Men Hitler gavst ikki so, og tók heiðursmerkini aftur frá Owens.

Leikvøllurin, sum rúmar 75.000 áskoðarum, varð bygdur ímillum 1934 og 1936, og er eitt dømi um týskan effektivitet.
Tað tók Týsklandi 15 ár at endurbyggja leikvøllin, men hóast nógva sokallaða ‘Marshall hjálp’ kann man ikki annað enn hava virðing fyri omanfyrinevnda effektiviteti.




Kom í NámX