Mynd: KBI

Jón Steintún vann ein iPad á Fish Fair

12.04.2011 - Sverri Egholm

Tá Sjóvinnubreytin luttók á North Atlantic Fish Fair í Klaksvík síðsta hósdag, vóru fleiri kappingar í gongd.

Kappingarnar vóru tríggjar í tali, og í øllum trimum førum hevði tann vitjandi møguleikan fyri at vinna ein iPad. Jón Steintún, næmingur á Sjóvinnubreytini í nám x var og vitjaði básin hjá KBI, og skrivaði seg upp til at móttaka tíðindabræv frá teimum, og sama dag varð Jón uppringdur av stjóranum í KBI, Karl Birgir Isaksen og fekk at vita, at hann var hepni vinnarin.

 

KBI veitir tænastur til privatkundan, sjó- og Alivinnuna, byggivinnuna, smiðjuna og onnur. 

 

Vit ynska Jón Steintún tillukku við iPadinum frá KBI. Sí mynd undir greinini.





Kom í NámX