Profilurin: Kantina og eitt skóghorn

05.09.2016 - Teresa

Navn:

-Rói Sørensen

Aldur:

16

Úr hvørjum skúla?

-Hoyvíkar skúla

Hvat gert tú í frítíðini?

-Fótbólt, vinir, gangi á møti

Lýs teg sjálvan/a við trimum orðum

-FITTUR – STUTTLIGUR – SOSIALUR

Hví valdi tú Nám X?

-Tí eg vildi hava eitt avslappandi ár, eg vil ikki í student enn”

Hvørji fak hevur tú valt?

-Enskt og tilveru

Hvørjar breytir?

-Miðlabreytina og films- og drama

Hevur tú hoyrt um Berlin túrin?

-Jú, eg havi bert hoyrt gott um hann

Hvat gleðir tú teg mest til við Berlin-túrinum?

-Eg gleði meg til at fara við vinfólkum og hygga mær, eg eri sikkur uppá at tað verður gott

Hvussu dámar tær umstøðurnar í Nám X, so far?

-Eg haldi umstøðurnar vera góður, og eg eri glaður fyri eitt gott høli. Hvat meira kann mann ynskja sær?

Heldur tú okkurt manglar?

-Eg haldi, at ein kantina hevði verið góð og eitt skóghorn!

Hví valdi tú miðlabreytina?

-Tíð tað er mítt áhugamál

 Hvat dámar tær við miðlabreytini

-Mær dámar væl lærararnar eins og fólki, og vit hava tað gott saman

Hvat gleðir mest til á breytini

-Eg gleði meg til allar avbjóðingar, og altíð at læra meira

Sært tú møguleika fyri at gera brúk av hesum í framtíðini?

-Absolut, eg havi verið í KVF, og eg ætli mær tann vegin í framtíðini, vónandi er hetta tað fyrsta fetið!.





Kom í NámX