
29.01.2021 - Miðlabreytin

SSP, Nema og Føroya Tele bjóða øllum næmingum í 10. flokki at luttaka í eini kapping um at lýsa, hvussu tit saman kunnu gera internetið betri.
Kappingin verður skipað soleiðis, at tit vísa, hvussu tit arbeiða við at gera internetið betri við evninum: Talgildi samleikin - FRÆLSI AT VERA EG Á NETINUM
Bólkarnir kunnu gera ein film
, ein sang
, eitt listaverk
, eina heimasíðu
ella okkurt annað, ið vísir, hvussu tit arbeiða við evninum. Hetta kann verða skipað sum ein verkætlan, evnisdagur ella evnisvika.




Besta innsenda uppskotið vinnur 20.000 kr.
Uppskotið skal vera liðugt í seinasta lagi 19. februar