Nám X-arar ferðahugaðir til Kirkjubøar

22.08.2017 - Miðlabreytin

Angurin av føroyskari søgu fór um alla roykstovuna í dag, tá Jóannes Patursson, bóndi í Kirkjubø, bergtók Nám X-næmingarnar við livandi frásøgum úr Kirkjubø.

Árligi gongutúrurin til Kirkjubøar, sum av álvara ber boð um, at nýtt skúlaár er farið av bakkastokki, varð troddur í dag. Gingið varð úr Kirkjubø til Tórshavn og steðgað varð á í Kirkjubø, áðrenn næmingarnir fóru gongutúrin til Tórshavn.

Roykstovan og Ólavskirkjan vóru karmar um undirvísingarpartin av túrinum. Næmingarnir sótu væl til rættis í søguligu bygningunum, og sum á glóðum, fingu tey eina livandi frásøgn um Sverra kong og søguliga heimstað hansara. Søgn er úr Kirkjubø, at roykstovan kom liðugt tilgjørd úr Noregi og stendur enn í upprunalíki í bóndahúsinum, sum í øldir hevur verið bústaður hjá bóndafólkunum í Kirkjubø.

Ólavskirkjan, sum er frá 1200-talinum, man sjáldan hava verið so rokað sum i dag - móður Jóannes bónda, gamla bóndafrúan, greiddi næmingunum hugtakandi frá um kirkjuna og upprunatíðina. 

 -Hetta er elsta kirkjan í Føroyum, sum enn er í brúk, varð sagt úr Ólavskirkjuni.

Farið varð síðani til gongu eftir eftir gomlu hagagøtuni til Havnar í fagrasta gonguveðri.

Jú, sanniliga, hetta ber boð um góðar løtur í væntu saman við fryntligum Námx-arum skúlaárið 2017/2018.

Myndafólk okkara úr miðlabreytini tók hesar myndir frá túrinum:





Kom í NámX