Skúli kann vera so mangt

21.03.2017 -

Kanningar um skúlaskap standa í røð við niðurstøðuni um, at skúladagurin skal vera fjølbroyttur við ymsum sjónarhornum og ymsum fjøltáttaðum uppgávuhættum. Hetta til tess at menna ymsu førleikar næminganna og møta ymiskleikanum.


Týsdagurin, 20.mars, var ein øðrvísi skúladagur í Eysturskúlanum.

Ein øðrvísi kapping var nevnliga millum næmingar  í skúlahøllini í Eysturskúlanum.

Næmingar á íverksetarabreytini skipaðu fyri kakukapping í skúlahøllini. Luttakararnir møttu í høllini kl. 10, har borð vórðu sett upp til allar bólkarnar. Í hvørjum bólki vóru 3 næmingar. Bólkarnir fingu lagkakubotnar og róma og fingu so ein tíma, har tey fóru at keypa restina av tilfarinum til kakurnar.

Kl. 12 skuldu kakurnar verða lidnar, og tá fóru dómararnir at gera av, hvør kaka var vakrast og smakkaði best.

Vinnandi bólkurin kom úr kostbreytini í Námi X - 2.plássið fór til sjóvinnubreytina úr Námi X og 3.plássið til 9.a úr Eysturskúlanum. 

Vónandi eitt afturvendandi tiltak, sum tóktist væleydnað frá byrjan til enda - og ikki minst, eisini gav okkum nakrar vælsmakkandi og fagurfrøðiligar kakur í magan og á at líta. 

Vit lata myndirnar tala:





Kom í NámX