Myndir: Kostbreytin ger blóðpylsu

05.11.2019 - Miðlabreytin

Aftur í ár hevur kostbreytin í Nám X, undir leiðslu av meistarakokki okkara, Jacobu Lervig, gjørt blóðpylsu.

Seyður er annað enn kjøt. Innmaturin smakkar eisini sera væl, og blóðið er sera heilsugott.

Pylsuindrini vórðu væl stúvað við blóði í køkinum í Nám X fyrrapartin í dag. 

Tey lótu blóð upp í indrini, tá myndakvinnur okkara á miðlabreytini vóru á vitjan. 

Myndirnar sýna nøgdsamar næmingar, sum matgera: 





Kom í NámX