Kost-og heilsubreytin heldur lív í føroysku matmentanini

31.10.2018 - Miðlabreytin

Seyður er annað enn kjøt. Innmaturin smakkar sera væl, og blóðið er sera heilsugott.

Aftur í ár hevur kostbreytin í Nám X undir leiðslu av meistarakokki okkara, Jacobu Lervig, hildið lív í føroysku matmentanini. 

Pylsuindrini vórðu væl stúvað við blóði í køkinum í Nám X seinnapartin í dag.Tey vaskaðu vembur, kliptu og seymaðu indur og rørdu síðani blóðið eftir uppskrift úr Góðaráði. Tey kókaðu indrini og gjørdu síðani blóðpannukøkur. 

Arbeiðið gekk fyrimyndarliga væl, og øll fóru heim glað, mett og nøgd. 

Tey lótu blóð upp í indrini, tá myndamaðurin á miðlabreytini vitjaði.

 





Kom í NámX