Myndir:Leikum fagurt á Eysturvølli-17-1!!

24.05.2017 - Miðlabreytin

Sagt varð av staðnum, at menn ikki mintust, nær næmingar seinast hava vunnið á lærarum, tá bólturin teirra millum rullar seinasta skúladag. Onkur helt skemtiliga fyri, at næmingar seinast vunnu, "tá menn enn gingu í rotuskóm og føroyskari húgvu". 

17-1 stóð á máltalvuni, tá dómarin í dag bríkslaði dystin av. Lærararnir høvdu enn einaferð prógvað, at tað ikki bert er í skúlastovuni teir ráða, men eisini á vøllinum - her formáddu 9.floks-næmingar sær einki. Snøgt sagt avhølvaðir - enn einaferð!

Torført var hjá næmingunum at bróta seg gjøgnum stóra múrin hjá lærarunum- Rúni og Bogi stóðu sum hamarar og tóku ímóti - onkur framúr góð takling var at hóma - og eisini sóu vit toftamannin í málinum vísa síni kynstur við málmanshandskunum.

Toppskjútti í dag gjørdist eingin minni enn Simun Joensen, fóbóltshetjan úr Klaksvík í Tórshavn við 5 málum...

Mangan leikaði hart á, og stundum gjørdist hetta ov nógv fyri kaldbaksvenjaran hjá næmingunum Inga á Smið, at dómarin at enda vísti honum tað reyða - menn máttu takast við gamla KB-aran fyri at fáa hann burtur frá fjøldini. Hetta spældi tó væl av hjá kaldbaksmanninum - hann blíðkaðist skjótt, tá frættist, at búgvið matarborð stóð honum fyri góma í skúlahøll Eysturskúlans...

Ein væleydnað løta á Eysturvøllinum, sum uttan iva hevur fingið sjálvsálitið hjá gomlu knevlunum at blóma - í øllum føri til dystur verður aftur um eitt ár...

Livst, so spyrst...









Kom í NámX