Listarligt og søguligt afturljóð í Berliner Dom

28.04.2013 - Peter Hentze Niclasen

Sunnudagurin byrjaði við kirkjugongd í Berliner Dom, har bæði Nám X-arar og kantata hjá Bach góvu ljómburðinum í kirkjuni og arkitektinum ta virðing, kirkjan hevði uppiborið.

Dagsins tekstur tók støði í Jesaja, kap. 12 - har boðað verður frá profetagávu - ella rættari Jesu komu, ið jú er gleðiboðskapur yvir allar.

Útafturkomin líta vit á henda vakra bygning, ið hevur eitt øskukent lag á klædninginum. Søgan um hetta er, at kirkjan stóð óskalað eftir, at bumbuherferðinar høvdu herjað Berlin undir seinna veraldarbardaga, og dustið frá oyðileggingunum hevði lagt seg á klædningin.

Og eins og dustið - so leiddi søguliga afturljóðið okkum aftur til aðrar profetar, ið seinni vístu seg at gerast despotar fyri týsku tjóðina. Men - tó so; hesir finnast eisini í dag á øðrum breiddarstigum enn í Týsklandi.

Veðrið er av tí fagrasta í Berlin í dag; og vit gleðast um felagsskapin, ið Jesaja boðaði, og stóri kollveltingarmaðurin Jesus útinti.






Kom í NámX