
07.03.2023 - Miðlabreytin
Vátaslettingur datt av himni í morgun, tá Nám X'arar settust á súkklurnar.
Men hóast veðurgudarnir høvdu hug at ilskast, gjørdist talan um ein frálíkan túr, har vit sóu býin Berlin úr øðrum sjónarhorni enn vanligt er at síggja stórbýirnar.
Søguliga lotið fýkur um víddirnar, og vit anda í okkum og royna at skilja - tó, at vit eisini undrast. Hví gjørdust nú avleiðingarnar tær, sum tær nú gjørdust ... ?
Svarið finst, men fýkur í lotinum ... og ungu føroyingarnir yppa øksl og leita okkum víðari eftir asfaltinum í Berlin.
Hóast kuldin merktist inn á bein, tá ferðin á súkklu var liðug, trinu ungu føroyingarnir dansin og trivu í eina vísu. Og soleiðis settu vit eisini dám á býarlívið í Berlin í dag.
Øll hava tað gott eftir umstøðunum og lata heilsa.