03.09.2020 - Petur D.Fjallsbak

Manchester United hevur nú endaliga keypt 23 ára gamla Donny van de Beek frá Ajax. Hann kostar felagnum um 300 milliónir krónur, og gongur tað væl, so kann prísurin økjast til 330 milliónir krónur, skriva altjóða miðlar í dag.

Í hollendska Ajax eru tey von við at selja sínar stjørnur víðari. Undan honum hava spælarar sum Frenkie de Jong (FC Barcelona), Matthijs de Ligt (Juventus) og Hakim Ziyech (Cheslea) fingið sítt stóra skifti.

- Hetta er eitt fantastiskt skifti fyri Donny, sum hann hevur fult uppiborið. Hetta er eisini eitt kompliment til ungdómsdeildina hjá Ajax, har hann hevur spælt síðani hann var 11 ára gamal, sigur ítróttarstjórin og fyrrverandi spælarin, Marc Overmars.

23 ára gamli hollendingurin hevur verið partur av Ajax-liðnum, sum í 2018 kom í hálvfinaluna í Champions League. Hann hevur í fleiri førum verið settur í samband við stór feløg í Evropa.

- Farna summar var stórur áhugi fyri honum, men vit megnaðu at halda fast í honum er í Ajax í eitt ár afturat. Tað hevur havt stóran týdning fyri okkum. Nú hevur hann spælt í fimm ár á besta liðnum, og nú er hann til reiðar at taka næsta stigið, sigur Marc Overmars.

Manchester United var annars sett í samband við Jadon Sancho úr Borussia Dortmund, men hetta skiftið tykist ikki vera upp á tal í løtuni. Manchester United hevur fingið tilgongd av Dean Henderson (Sheffield United) og Chris Smalling (AS Roma), sum hava verið útleigaðir farna kappingarár.





Kom í NámX