Miðla- og íverksetarabreytin í Klaksvík

07.10.2019 - Sólja Kallsberg

Í farnu viku var miðla-og íverksetarabreytin og vitjaði Íverksetarahúsið í Klaksvík.

Íverksetarabreytin í Nám X vitjar á hvørjum ári Íverksetarahúsið í Klaksvík, har skipað verður fyri Innovation Camps fyri næmingar í fólkaskúlanum.

Hesir Innovation Camps eru start up til árligu FM-kappingina í íverksetan innan fólkaskúlan. Sjálv finalan í tí kappingini verður væntandi í mars 2020 í Norðurlandahúsinum.

Tá dagurin var at enda komin, valdu dómararnir ein vinnandi bólk í dagsins avbjóðing, sum var at finna fram til nýggjar vinnuvegir- tó var fiskivinnan ikki loyvd.

Vit lata myndirnar siga frá læruríka degnum í Klaksvík.






Kom í NámX