11.02.2020 - Miðlabreytin

Í dag, 11.febr. hevur tryggari Internet dagur verið í Føroyum. Í hesum sambandi hevur miðlabreytin í Nám X luttikið í kappingini, sum Fólkaheilsuráðið saman við SSP, Føroya Tele og Nema hava skipað fyri. 

Mangt spennandi var á skrá og hava næmingarnir roynt hugflogið í verki í gaman og álvara. Gjørdar vórðu plakatir, har næmingarnir sjálvir hava verið statistar og sett orð á. Eisini varð ein filmur gjørdur, sum vísti á álvaran við at klikkja á tilvildarligar leinkjur. Afturat hesum hava næmingarnir gjørt faldara, lagt tíðindastubbar inn á heimasíðu og tikið upp og gjørt samrøður. 

Vit gleða okkum at síggja úrslitið ein av komandi døgum.

Myndirnar eru frá degnum í dag:




Kom í NámX