Myndir: Miðlabreytin og Eysturoyartunnilin

07.03.2017 - Miðlabreytin

Miðlabreytin var á ferð við myndatólunum í morgun. Endamálið var at skoða nýggja Eysturoyartunnilin - og uppgávan var at taka nakrar myndir av hesum stórverki. Hvussu sær økið út við tunnilin, nú bert 14 dagar eru eftir, til fyrsta holið verður sprongt í Streymoyarmegin.

Næmingarnir gingu oman eftir Hvítanesbygdini og heilt norður til Akkersvíkina. Síðani varð gingið niðan gjøgnum Dalin eftir rygginum, og sigast má, at útsjóndin var sera føgur eystur í hav. Vit lata myndirnar tala: 

   





Kom í NámX