Myndir: Ítróttarbreytin í leysari luft!

28.09.2018 - Miðlabreytin

Helst hevur onkur summarfuglur verið í búkinum á onkrum av næmingunum, sum tóku av klintriavbjóðingunum í nýggju Marghøllini í Vági. 

Ítróttarbreytin í Nám X var á vitjan á ítróttarháskúlanum í Vági, har høvuðssætið var stásiliga Marghøllin. 

Mangar vóru avbjóðingarnar, eitt nú at klintra eftir landsins størsta klatriveggi. Næmingar og lærarar vóru eisini heilt uppi undir takskegginum, og væl íbundin royndu tey í leysari luft at flákra eins og fuglar við allari flatuni undir sær í útsýni. 

Ein sera spennandi uppliving, sum er ein av mongu avbjóðingunum, sum ítróttarbreytin í Nám X ferðast í. 

 Vit lata myndirnar tala: 





Kom í NámX