Myndir: Miðla- og íverksetarabreytin á vitjan í Suðuroy

06.09.2016 - Sunna Jónasdóttir

Mánadagin 29. august, vóru næmingarnir í miðla- og íverksetarabreytunum sín árliga kunningartúr í Suðuroy.

Breytirnar vitjaðu Dennis Holm, borgarstjóra, sum hevði ein framúr upplýsandi fyrilestur um Vágs bygd. 

Síðani varð farið at vitja ítróttaháskúlan, lemmuvirkið og Pálshøll.

Seinast løgdu vit leiðina til Saltsiloina á Drelnesi. Hon er nú komin væl áleiðis, og skal eftir tíðarætlanini standa liðug við ársskiftið. Livst so spyrst!

Her er ein myndafrásøgn frá túrinum:





Kom í NámX