Donsku Silja og Lærke í føroyskum búna
22.06.2016 -

Hátíðardámur var í skúlahøll Eysturskúlans í dag, tá fyrst 9. flokkur - og síðani Nám X næmingar fingu handað prógv síni eftir lokna skúlagongd í føroyska fólkaskúlanum.

Røður og tónleikur vóru á skránni, og semja var um, at vit eiga fagran føroyskan ungdóm, ið nú fer at royna flog sítt.

Tónleikabreytin í Námi X setti enn einaferð sín serstakliga dám á løtuna - og kryddað við framúr góðum orðum frá dagsins røðara úr Námi X, Bartali Súsonnuson Hansen, var løtan í skúlahøllini sæl og fró.

Ynskið frá lærarunum í Námi X skal vera, at tit vónandi flúgva høgt og finna fagran summarkendan dal við eydnu og avbjóðingum, har grønkandi líðir og svalir løkir møta tykkum.

Við ynskjum um sælu á flogi tykkara framyvir.
Takk fyri eitt framúr væl eydnað skúlaár!

Nám X




Kom í NámX