Uttanfyri Kulturbrauerei
03.05.2016 -

Týsmorgunin fóru Nám X’arar út á gøturnar í Berlin at súkkla.

Vit byrjaðu í Kulturbrauerei, har vit fingu súkklur og hittu ferðaleiðarar okkara fyri dagin – og Kulturbrauerei er hóskandi navn fyri byrjanarstaðin, nú vit skuldu út í býin, haðani heimsmentanin sigst fáa sín íblástur við nýggjum rákum og  rembingum, ið verða bryggjaði m.a. í Berlin.

 

Veðrið var av tí fagrasta, tá súkklað varð, og sum myndirnar niðanfyri eisini vísa …





Kom í NámX