06.11.2020 - Miðlabreytin

Í gjár høvdu Nám X-arar forvitnisliga vitjan í skúlahøllini. Marjun Kjelnes, rithøvundur, var á gátt og greiddi næmingunum í føroysktholdunum frá um nýggju ungdómsskaldsøguna "sum rótskot". 

Næmingarnir hava júst lisið og viðgjørt bókina, so nú var vitjanin ein kærkomin fongur at leggja aftrat lesnaðinum. Mangir vóru spurningarnir, og løtan var hugnalig og gevandi. Vit lata myndirnar tala:





Kom í NámX