Nám X'arar sjónligir í tilbúgvingarvenjing á flogvøllinum

20.09.2018 - Miðlabreytin

Nám X’arar vóru við í stóru venjingini við flogvøllin, ið fór fram hósdagin 19. septembur.

Ein flogvøllur krevur tilbúgving, ið er tøk allar dagar á árinum. Venjingar sum hesar eru partur av arbeiðinum til tess at gera tilbúgvingina so góða sum gjørligt.

Nám X’arar vóru við í venjingini, ið var ætlað sum vanlukka, har flogfar fór av flogbreytini - oman til Leitisvatn. Næmingarnir upplivdu hesa løtuna tað, ið man vera ein av lívsins sváru løtum, har gerandisdagurin verður vendur á høvdið eftir einari stuttari løtu, og neyðin og deyðin bjóða okkum av.

Ein uppliving av, at tilbúgvingarhjálpin av øllum alvi - og við blinkandi ljósum - roynir at bjarga teim gerandisdagin og lívinum ...





Kom í NámX