Myndir: Nám X á Sandi - Royndir við ymiskum eplasløgum

18.09.2019 - Miðlabreytin

Á hvørjum ári ger Búnaðarstovan royndir við nýggjum og eldri eplasløgum, fyri at vita hvørji vaksa best.

Eplini verða sett niður í tvær veltur á hvørjum ári, eina flagveltu á Miðgerði í Kollafirði - og eina moldveltu á Sandi.

Grundað á úrslitini ger Búnaðarstovan á hvørjum ári tilmæli um, hvørji eplasløg vaksa best. Hesi tilmæli kunnu nýtast av fólki, sum velta epli, og somuleiðis av teimum, sum selja setepli og verða hesi sløg tilmælt:

Til flagveltu: Hvít epli: Cimega, Folva, Markies, Carolus - og reyð epli: Oleva

Til moldveltu: Linata og annars tey somu, sum til flagveltu.

Nám X var á Sandi saman við fyrrverandi stjóranum, Peter Haahr, og tók epli upp. Myndirnar síggjast her:





Kom í NámX