Duritu Jónsdóttir og Elin Eyðunsdóttir, sum ganga á íverksetarabreytini í Nám X, kunnu í dag kalla seg bestu ungu íverksetarar í Ríkinum við virkinum DUEL - North Atlantic Skincare.
Tær framleiða húðkrem úr endurnýttum rávørum. Tær skuldu samstundis vísa á, hvussu teirra verkætlan kann verða til gagns fyri altjóða samfelagið, tá tað kemur til burðardygdleika.
Kappingin eitur annars Next Level, og tað er Fonden for Entreprenørskab, sum skipar fyri. Orsakað av koronu varð kappingin í ár hildin á netinum.
Vinningurin var 10.000 kr.
Vit á Miðlum ynskja Duritu og Elini hjartaliga til lukku við stóra heiðrinum og ynskja teimum bestu eydnu við fyritøkuni.