Nám X hópurin komin til Berlin

 Eftir drúgva ferð, ið byrjaði flaggdagin, er Nám X hópurin loksins komin til Berlin, nú klokkan er uml. 23.00 leygarkvøldið 27. apríl.

Ferðin hevur gingist væl, og tá okkurt hevur stungið seg upp á vegnum, er hetta loyst, soleiðis at øll nú eru komin uppá pláss á vallaraheiminum.

Vit eru nú til reiðar til sunnudagin, har vit byrja við kirkjugongd í Berliner Dom  fyrrapartin. Seinnapartin vitja vit Stasi fongsulið.

Meir kunning og myndir koma í morgin.

Øll lata heilsa.





Kom í NámX