Hvussu koma vit útaftur?

Nám X í fongsul

23.04.2012 - Peter Hentze Niclasen

Sunnudagin seinnapart fór Nám X í fongsul í Berlin. Nei, nei ... bara rólig ! Vit vitjaðu gamla Stasi fongslið, ið var ímyndin av ræðuligu stýrisskipanini, ið ráddi í Eysturtýsklandi frá seinast í 1940’árunum og fram til 1989, tá Berlin-múrurin fall.

Rámligt var at hoyra gamlan fanga, ið var ferðaleiðari okkara í fongslinum, siga frá egnum royndum – hann sat inni í eitt ár, og merkti sostatt virðið á menniskjanum undir systeminum. Hann segði bart út, at hann var verdur eina millión.

Lærdómurin frá vitjanini man vera, at fólkaræðið er dýrabart. Og vit eiga at geva okkara meining til kennar – líka mikið ágangin. Tí hógvarnir frá misskiltari og mistulkaðari ideologi merkjast – annaðhvørt talan er um kommunismu, facismu ella aðra, ið ‘systemið’ nýtir sum jarnbrot til egnan vinning.

 





Kom í NámX