Nám X í kirkju

23.04.2012 - Peter Hentze Niclasen

Allur Nám X hópurin byrjaði sunnudagin við kirkjugongd í Berliner Dom – dómkirkjuni í Berlin. Dagsins tekstur var um tann ‘góða hirðan’ – og ta góðu fyrimyndina. Prestur spurdi, hvør er okkara góða fyrimynd – hon nevndi Obama, Joachim Gaut (nýútnevnda týska forsetan) – og mammuna sum dømi. Hon heilsaði eisini norska fólkinum, ið endurlivir ræðuleikarnar frá 22. juli 2011 í hesum døgum.

 





Kom í NámX