
18.02.2021 - Miðlabreytin
Súsanna Thomasdóttir á Kjalnesi gongur í Nám X og hevur rørslubreytina og sniðbreytina. Í hesum døgum er hon í starvsvenjing á Hotel Hilton.
-Hetta fall mær lætt at velja, tí mær dámar hetta yrkið. Havi roynt tað fyrr og havi nú møguleika at starvast í nýggjum og prýðiligum umstøðum her á hotellinum. Eitt spennandi og hugvekjandi stað. Havi ymsar arbeiðsuppgávur, líka frá køki til kømur og alt ímillum har. Tú hevur nokk at taka hond í og keðir teg ongantíð, sigur Súsanna at enda.
Miðlar kannar pulsin og vitjar nøkur starvsstøð, nú Nám X'arar eru í starvsvenjing