Nám X`ari vann skrivikappingina

21.10.2018 - Miðlabreytin

Okkara Fríðunn úr Nám X vann norðurlendska skrivikapping.

Fríðunn Bolstad Mortensen, sum gongur í Nám X gjørdist ein av trimum vinnarum í eini skrivikapping, sum norska Norrøna Felagið júst hevur skipað fyri.

Felagið bjóðaði, í samstarvi við norsku limunum í Norðurlandaráðnum, øllum norðurlendskum næmingum við til skrivikappingina, har vinningurin er ein dagur saman við norðurlendskum politikarum og øðrum í sambandi við at Norðurlandaráðið hevur sín ársfund í norska høvuðsstaðnum, Oslo, seinast í mánaðinum.

Næmingarnir skuldu skriva um hav og umhvørvi, og ein dómsnevnd hevur nú valt tríggjar vinnarar burtur úr teimum nógvu tekstunum, sum komu inn.

Avbjóðingin ljóðaði soleiðis: Hvussu kunnu vit í Norðurlondum skipa eina trygga og góða framtíð fyri havinum, umhvørvinum og komandi ættarliðum? Ein dómsnevnd hevur hesa vikuna lisið tilnevndu tekstirnar og hevur kosið tríggjar vinnarar, ið allir vísa málsligar gávur og tilvitan um umhvørvið.

Dómsnevndin sigur soleiðis um vinnandi tekstin hjá Fríðunn Bolstad Mortensen:

- "Havið dýra undur" er ein poetiskur tekstur, ið byggir á yrkingar og søguligar afturlítingar, tekur fram stoltleikan av egnu náttúru og nýtir lokal dømir frá heimstaðnum hjá høvundanum, Føroyum. Høvundurin vísir á góðan hátt samanhangin millum búskaparliga og umhvørvisliga burðardygd, og hvussu dálkingin í havinum ávirkar okkara spísikamar. Høvundurin vísir eisini á ítøkiligar atgerðir: Frá festivali sum ávirkingarmegi - til tørvin á meiri norðurlendskum samstervi".

Vit ynskja Fríðunn hjartaliga tillukku við framúr úrsltinum.





Kom í NámX