Nám X næmingar í starvsvenjing

 Hesa vikuna og komandi eru næmingarnir í Nám X í starvsvenjing.


Næmingarnir hava valt ymisk spennandi starvsstøð.

 

Vit hava fingið innlit í, hvussu næmingar velja.


Sigast má, at gentur og dreingir velja sera ymiskt. Dreingirnir velja í fleiri førum ta tøkniligu leiðina, meðan genturnar enn sum áður velja barnagarðar og salongir.

 

Salongirnar eru helst fullar av ungum kvinnum í hesum døgum, sum ynskja sær vitan innan hárlistafakið. Eisini eru barnagarðarnir á tremur við gentum, men tó eru dreingir, sum eisini velja sær hesa starvsleið.


Nógvir dreingir hava valt sjólívið hesar dagarnar. Fleiri smærri og størri fiskiskip eru mannað við ungum, raskum dreingjum í besta aldri. Somuleiðis hava fleiri dreingir valt starvsleiðina innan el-og timburyrki. 

 
Hyggja vit at starvsøkjum, har gentur og dreingir hava valt at ganga somu leið, síggja vit, at innan miðlaheimin eru bæði kynini væl umboðað. Somuleiðis innan starvsøki, sum hava við advokat- og skrivstovuyrki at gera.

 

Miðlabreytin er sjálvsagt eisini í starvsvenjing hesar báðar vikurnar. Vit fara tó at frætta nærri frá næmingum, sum eru í starvsvenjing við samrøðum og myndum á hesari heimasíðu. 





Kom í NámX