23.03.2020 - Miðlabreytin

Hey øll somul
Í sambandi við nýggju fráboðanina frá løgmanni og landsstýrismanninum í skúlamálum, er eingin skúlagongd fyrr enn 14. apríl.
Starvslæran hjá øllum NámX-arum er somuleiðis avlýst.
Hvussu skúlagongdin verður aftaná páskir, er treytað av støðuni hjá myndugleikunum.
Viðvíkjandi heimaarbeiðinum samskifta lærararnir við tykkum á netinum. 
Tit frætta annars um broytingarnar á FB og á heimasíðu skúlans www.eysturskulin.fo og eisini á www.namx.fo
Viðvíkjandi Berlinferðini, verða endalig boð givin tykkum og foreldrunum í komandi viku.
Heilsan
Bjarni Djurholm





Kom í NámX