... og latið ei søguna doyggja ...

02.05.2018 - Miðlabreytin

Yvirskriftin hevur alstóran týdning fyri menniskjaættina. Hetta gjørdist okkum greitt, nú Nám X hópurin vitjaði týningarleguna Sachsenhausen týsmorgunin 1. mai.

Tí hvussu skulu vit annars siga søguna fyri yngri ættarliðum ... ? Søguna um ræðuleikarnar handa píkatráðin og tunga portrið við innskriftini ‘Arbeit macht frei’.

Søgurnar um skipaðu týningina verða sagdar aftur og aftur – og spurningurin meldar seg sjálvandi, um tað nyttar nakað at siga søgurnar ... tí um vit hyggja kring okkum í heiminum, verður helst svarað ‘Nei – tað nyttar einki’. Men um vit svara soleiðis, lata vit skipaðu týningina, sum menniskjan sjálv stendur fyri,vinna. Og hvør hevur so vunnið ...?





Kom í NámX