OL var eisini fyrr ein sýnisgluggi

29.04.2013 - Peter Hentze Niclasen

Nám X’arar vitjaðu í dag olympiska leikvøllin í Berlin, og koyrdu síðani runt í Berlin við bussi og frásøgufólki.

Tað serstaka við olympiska leikvøllinum er sjálvandi, at har bukaði litti amerikumaðurin  Jesse Owens ta arisku yvirvøldina í m.ø. 100 m og 200 m renning, umframt boðrenningini og longdarlopi.

Eftir hetta rýmdi Hitler av leikvøllinum uttan at taka í hondina á Jesse Owens. Hitler segði, at hann var eyðmýktur av einum undirmenniskja.

Einki er at ivast í, at olympisku leikirnir í Berlin í 1936 hava verið ein liður í stóru ætlanini hjá Hitler um heimsræði. Ein sýnisgluggi, har ariska rasan kundi sýna í verki, at tað vóru tvey sløg av menniskjum – yvir- og undirmenniskju.

Og rætt var, at hann rýmdi – men eftir, at hann veruliga hevði tikið í hondina á Jesse Owens.

Hetta kom fram fyri fáum árum síðani, tá ein gamal týskur ítrótta-tíðindamaður førdi fram, at hann hevði sæð Hitler tikið í hondina á Owens – hetta fór fram aftanfyri stóra áskoðarapallin. Og Jesse Owens royndi sjálvur at fáa henda sannleika fram í almenna ljósið í sekstiárunum, tó uttan úrslit. Kanska var heimurin ikki enn til reiðar at jarða hesa søguna.

Oftani førdi Jesse Owens fram, at Týskland hevði sýnt honum eins stóra virðing og hann fekk í heimlandi sínum USA, har rasuskilnaður jú var í hásæti – um ikki enn størri virðing

Eisini kann nevnast, at olympiski leikvøllurin er í dag heimavøllur hjá Herta Berlin – og felagið er júst komið upp aftur í bestu deildina í Týsklandi.

Hýrurin er góður í hópinum, og veðurgudarnir eru eisini í góðum hýri.

 





Kom í NámX