15.02.2021 - Miðlabreytin

Playing Up - Listabreytin í Norðurlandahúsinum
Listabreytin í Nám X verður við í spennandi og øðrvísi list í Norðurlandahúsinum. Her verða listaspøl til alla familjuna á skrá......

Ein virkin listauppliving til alla familjuna.

Uppgávurnar, ið skulu loysast, eru spjaddar runt um í Norðurlandahúsinum. Við hvønn post er ein vegleiðing og tilfar til at fremja eitt performance-verk. Uppgávan kann til dømis vera at ganga túr við mammu ella pápa í snóri – ella mála oyrað grønt.

Uttan mun til hvussu nógvar uppgávur luttakararnir fullføra, so fáa tey eina stuttliga og øðrvísi listauppliving.

Tað er Live Art Danmark, ið stendur handan Playing Up. Tey savna seg um at breiða list út til børn og ung. 

Listabreytin í Nám X hevur fyrireikað tiltakið saman við fyrireikarunum - og skal vera ein sjónligur viðspælari, teir dagarnar, tiltakið er.

Tiltakið byrjar fríggjadagin 19.febr. kl.10 og endar sunnudagin.





Vinnarar av SkúlaFM 2021

 


Kom í NámX