Profilurin: Billa Winther Jákupsdóttir

22.11.2019 - Elsa Brimnes

Hesa ferð er profilurin um 15 ára gomlu Billu, sum gongur á kostbreytini í Nám X.


Lýs teg sjálva við trimum orðum.

Entusiastisk, avgjørd og smæðin.


Hvussu dámar tær kostbreytina?

Mær dámar hana ordiliga væl; tað er fínt at gera mat.


Um tú hevði kunnað valt umaftur, hevði tú so valt øðrvísi?

Eg helt, at tað var ringt at velja í byrjanini; eg umhugsaði miðlabreytina. Í breyt 1 var nógv, sum eg tímdi væl. Og  í breyt 2 var ikki so nógv, sum eg var áhuga í, men eg endaði við at velja vísindabreyt. Eg helt tað var nokkso ringt at velja, men eg haldi ikki, at eg hevði valt nakað annað enn mítt val.


Hvørjum skúla hevur tú gingið í áðrenn Nám X?

Eg gekk í Eysturskúlanum.


Er kostbreytin, sum tú hevði væntað?

Eg haldi, at hon er júst, sum eg hevði væntað.


Hvat gert tú í frítíðini?

Eg spæli klarinett og arbeiði í Gómagott og vaski á einari skrivstovu.


Hevði tú viðmælt øðrum kostbreytina?

Ja, men man skal vera vitandi um, at tað eru nøkur, sum eru komin fyri at eta, og nøkur eru komin fyri at gera mat. Um man er komin fyri at gera mat, skal man vera eitt sindur tolin.


Hvørji ráð hevði tú givið einum, sum ætlar sær í Nám X? 

Árið verður, sum tú vilt hava tað. Um tú skulkar nógv og heldur, at alt er mega rotið, so verður árið eisini rotið. Men um tú ert við uppá tað og heldur, at alt er fínt, so verður tað eisini fínt.





Kom í NámX