Gunnbrit Patursson

Profilurin: Gunnbrit Patursson

13.01.2014 -

Hesaferð er profilurin Gunnbrit Patursson, ið gongur í Nám X. Les meira um hana niðanfyri:

 Navn, aldur, bústaður? 

- Gunnbrit Patursson, 16 ár, Havn. 


Hevur tú nakað kelidjór? 

- Tvær kettur. 


Hvørjar breytir hevur tú?

- Handverkara- og Miðlabreyt.

 

Hvat er tað besta við Nám x?

- Øll tey nýggju fólkini, eg eri komin at kenna, og so eisini breytadagarnir.


Hvat er tað ringasta við Nám x?

- Fakini eru nokk ikki tey allar bestu, men annars er einki ringt at siga um tað.


Hvussu dámar tær Nám x? 

- Nám X er fínasta slag. 


Hvussu kemur tú í skúla um morgunin?

- Eg verði koyrd ella taki eg bussin.


Hvar ætlar tú tær at fara eftir Nám X?

- Eg ætli mær í student. 


Hvat gert tú í frítíðini?

- Eri fyri tað mesta saman við vinfólki, og so arbeiði eg eisini. 


Besta ítróttargrein?

- Havi onga yndis, men mær dámar tað mesta. 


Yndis tónleikari/tónleikabólkur?

- Eg lurti eftir nógvum ymiskum tónleiki, men mín yndis bólkur er heilt víst One Direction. 


Hevði tú eini góð jól?

- Eg hevði eini super góð jól saman við familjuni. 

 

Hvat var tín besta jólagáva?

- Eitt nýtt slættijarn! 


Summar ella vetur?

- Summar. Mær dámar ikki kulda.


Frukt ella góðgæti?

- Bæði smakka væl, men nokk frukt. Bomm er tó eisini super av og á.


Eg takki fyri samrøðuna!





Kom í NámX