Profilurin: Judit Eyðunsdóttir

20.09.2016 -

Navn: Judit Eyðunsdóttir

Aldur:16


Hví valdi tú Nám X?

-Síðan Nám X byrjaði, havi eg hildið, at tað ljóðaði sera spennandi og øðrvísi, og tí valdi eg tað. Eg helt, at tað var akkurát nakað fyri meg.


Dámar tær Nám X higartil?

Ja, eg haldi, at tað er orduliga gott.


Hví valdi tú Sjóvinnubreytina?

Tí, eg vildi royna okkurt øðrvísi; har eru ikki nógvar gentur, sum fara á Sjóvinnubreyt, og eg vildi gjarna royna okkurt nýtt.


Hvussu er tað at vera tann einasta gentan á Sjóvinnubreytini?

Tað er fínasta slag. Onkuntíð tosa lærararnir sum um, at vit øll eru dreingir, men tað er í ordan!


Hvat forvæntar tú av Sjóvinnubreytini í ár?

Bara at hava tað stuttligt, og eg vóni, at eg fari at læra okkurt nýtt.





Kom í NámX