Karin Elisabet

Nám X profilurin: Karin Elisabet B. Petersen

26.09.2019 - Maiken Skoubo

Miðlabreytin hevur sett nøkrum Nám X-arum stevnu og spurt tey nakrar spurningar....

Navn?
Karin Elisabet B. Petersen.

Hvørjar breytir hevur tú valt?
Sniðbreytina og Vælverubreytina.

Hví valdi tú Nám X?
Eg vildi gjarna hava eitt øðrvísi og fríari ár, um man kann siga tað soleiðis.

Fert tú við til Berlin?
Ja.

Hvørji eru tíni frítíðarítriv?
Eg venji ljóðføri, arbeiði og bindi eitt sindur.

Lýs teg sjálva við trimum orðum
Eg eri eitt sindur awkward, men eisini prátingarsom, ella tá eg eri nervøs, so tosi eg nógv. Eg eri eisini hjálpsom, tí eg elski at hjálpa fólki við tí, sum tey ikki duga. 

Hvat er títt stórsta ynski?
At byrja mína egnu frisørsalong og duga alt, sum fylgir við. 

Ein góð seria/filmar?
F.R.I.E.N.D.S heilt klárt!

Yndis app og hví?
Instagram, tí tað er hugnaligt at síggja, hvat fólk leggja út. 

Ananas á pitsa?
Ja, absolut! Hawaii-pitsa við eitt sindur minni skinku.

























Kom í NámX