Kristian Pauli(t.h) saman við Róa Berg Hansen, sum eisini hevur ein týðandi leiklut í næmingaráðnum í NámX.
05.02.2013 -

Miðlabreytin í Nám X hevur havt eitt prát við ongan minni enn sjálvan formannin í næmingaráðnum, Kristian Paula Ellefsen. 


Hvørjar avbjóðingar fært tú sum formaður í næmingaráðnum?
- Har eru nógvar. Eg kundi væl fortalt tær meir, men so hevði eg verið noyddur at dripið teg.

Hvussu dámar tær at ganga í Nám X?
- Mær dámar tað heilt væl. Tað er frálíkt.

Hvat gert tú í frítíðini?
-Spæli klaver og hondbólt við ÍA á Argjum.

Dámar tær væl at spæla hondbólt?
- Jú, tað dámar mær óluksáliga væl.

Ert tú nøgdur við leiktíðina, ið tú fært?
- Eg eri nøgdur við leiktíðina, sum eg fái, hóast hon er á bonkinum. Venjarin setur liðið.

Hvat er við tær og fronskum tónleiki?
- Tað er stemningurin. Ein verður heilt tendraður av fronskum tónleiki.

Hvaðar gongur leiðin eftir NámX?
- Eg fari í studentarskúlan, har eg ætli mær at hava franskt.

Hvat dámar tær væl at eta?
- Spagetti Carbonara og ein góðan búff.

Hvar sært tú teg sjálvan um 10 ár?
- Tað er ein góður spurningur. Tá verði eg at hoyra um allan heim.

Hjartans tøkk, Kristian Pauli!





Kom í NámX