Her hevur Jógvan júst fingið 9. floks prógvið.

NámX - profilurin

31.08.2013 -

Navn: Jógvan í Grógv

Aldur: 16 ár

Bústaður: Argir, Undir kongavarða


Lýs teg sjálvan við trimum orðum

-Skemtingarsamur, kritiskur og fittur


Hvørjum hevur tú áhuga fyri?

-Eg havi stóran áhuga fyri kappróðri


Hvat gert tú í frítíðini?

-Eg arbeiði og rógvi


Hvørjum báti rør tú við?

-Eg havi róð við Sílinum, men rógvi ikki við teimum í løtuni


Hvussu er at búgva á Argjum og ganga í skúla í Havn?

-Teinurin er longri í skúla, enn hann hevur verið. Men bussurin koyrir og eg havi skutara, so tað er eingin trupulleiki.


Hvat fert tú at gera aftaná NámX?

-Eg fari heilt víst í student.


Hvar sært tú teg sjálvan um 10 ár?

-Um 10 ár starvist eg og eri búsitandi í USA. 


Hvørjar breytir hevur tú?

-Sjóvinnubreyt og íverksetarabreyt


Hvussu dámar tær sjóvinnubreyt?

Tað er rættiliga sjómannagamalt, men spennandi hóast alt.


Hvussu dámar tær íverksetarabreyt?

-Vit eru ikki rættiliga komin í gongd, men eg síggi fram til eitt spennandi ár á hesi breytini.


Trý góð ting við Nám X?

Tað er stuttligt, hugnaligt og meiri mennandi - kanska ikki so seriøst við øllum teimum traditionellu fakunum.


Trý ring ting við Nám X?

-At vit ikki sleppa at vera í skóm inni, internetið kundi arbeitt skjótari og okkurt er, sum eg ikki júst hevði væntað.

Vit takka fyri!





Kom í NámX