Prógvhandanin í Nám X 2017

21.06.2017 - Miðlabreytin

Sjeynda ár á rað var próvhandan í Nám X í dag. Einir 1.200 næmingar hava fingið prógv frá Nám X hesi sjey árini.

1.200 næmingar, ið ynsktu at byrja framtíðina eftir fólkaskúlan væl - at seta saman sína egnu tímatalvu og taka við egnum avbjóðingum og taka ábyrgd av egnari læru, sum Judit Eyðunsdóttir, sum er næmingur í Nám X, so hegnisliga megnaði at knýta í røðu sína.

Byrjanin til vaksna lívið er byrjað, og spennandi verður at fylgja mongu evnaríku næmingunum í framtíðini - framtíðin, ið er teirra, og sum varðar av hesum ættarliðnum.

Í dag vóru so einir 180 næmingar í Eysturskúlanum og fingu prógv; eitt prógv, ið vónandi letur teimum nakrar dyr upp á lívsins vallaraferð, ið tey nú byrja við góðum treystið.





Kom í NámX