Rói úr Nám X ger um seg á Youtube!

03.03.2017 - Aage Nybo

17 ára gamli Rói Sørensen úr Nám X, vakti í seinastu viku ans, tá hann millum aðrar føroyskar youtubarar, var at síggja í tíðindasendigini Dagur&Viku, har eitt innslag var um youtube'arar í Føroyum. 

Vit á miðlabreytini úr Nám X fingu orð á Róa Sørensen, sum eisini gongur á breytini:

Hví byrjaði tú at senda umvegis Youtube?

" Eg havi, síðani eg var 13 ára gamal, elskað at gjørt video. Tað byrjaði við vinmonnunum har heima, og bleiv síðani til nakað eitt sindur meira seriøst við tíðini. Eg byrjaði youtube, tí eg vildi vísa, hvat eg kann, hvør eg eri og hvat eg geri. Hetta síggi eg sum eina byrjan uppá mítt framtíðarmál, sum fotografur og klipping/myndaviðgerð. Hetta haldi eg gevur nakrar góðar royndir, sum eg kann brúka frammeftir, men mest av øllum byrjaði eg, tí mær dámdi væl at gera video. "

Hvussu er at gera youtube?
" Nú eri eg akkurát so smátt byrjaður, men mær dámar tað sera væl. Eg ætli mær at blíva við so leingi eg tími tað."

Hvussu hava fólk tikið ímóti tí? 
" Eg tosaði við míni vinfólk áðrenn hetta alt byrjaði, og spurdi teir, hvat teir hildu. Eg haldi, at tey hava tikið væl ímóti tí, og halda tað er kul, at eg geri tað. So eru tað eisini fólk, sum eg ikki kenni, sum eisini hyggja at mínum videoum. EIsini frá teimum havi eg fingið góðan stuðul. Tað ger meg gleðan sjálvandi. So eg haldi móttøkan er góð. " 

Hvussu nógva tíð brúkar tú uppá Youtube?
" Eg havi rættiliga nógv at gera, eisini uttan fyri Youtube. So eg havi ikki altíð tíð til at gera video. Eisini kunnu koma trupulleikar, sum mangul uppá hugskot. Tí kann tað taka tíð til hvørt video kemur út. Tað plagar max at vera tvær vikur millum hvørt video, men ja, tað kann taka sera nógva tíð. Videoðið Hjørtur og Bjørn tók tvær vikur at gera við fyrireikingum. Eg brúki nógva tíð uppá hugskot, filma, redigering osv, men hin vegin tók TMI videoðið bara 2 tímar, so tað kann vera ymiskt."

Hvussu leingi fert tú at gera Youtube?
" Tað taki eg sum tað kemur. So leingi eg tími, fari eg at halda áfram. Men eg ætli mær at arbeiða innanfyri okkurt líknandi í frammtíðini."

Dáma síðuna her: https://www.facebook.com/roisorensenyoutube/?fref=ts

Youtube síðan er at finna her: https://www.youtube.com/channel/UCiBXTqklroiF-KgGcGNy3bA

Vit eru takksom fyri hesa samrøðu og ynskja Róa góða eydnu við framtíðarmáli sínum!

Síggj videoið "Hjørtur og Bjørn" her: 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=BwXr_drV_s8]
Eitt av nýggju videobrotinum hjá Róa Sørensen.





Kom í NámX