04.05.2016 -

Nám X hópurin vitjaði týningarleguna Sachsenhausen í dag.

Legan liggur einar 35 km norðanfyri Berlin, og tað merkisverda er, at grannarnir í Oranienburg einki vistu um hesa leguna í grannalagnum, ið byrjaði í 1936.

Tílík vitjan er ørkymlandi á meir enn ein hátt. Eitt er, hvat fór fram í krígsáruum; men annað er, hvussu vit forða fyri, at slíkt hendir aftur.

Stóri spurningurin er, um ríkisleiðarar hava ábyrgdina av tí – ella hvør einstakur okkara. Og spurningurin er, hvat kann gerast í gerandisdegnum, so at slíkar illgerðir ikki endurtaka seg.

Kann hvør einstakur okkara syrgja fyri at liva eftir leiðreglum, ið sláa hart niður á órætt og trongskygdan víðgongdan politiskan hugburð, ið byggir á alt annað enn fólkaræðisligar leiðreglur.

 





Kom í NámX