Grannarnir siga, at teir vistu onki ...

08.05.2019 - Miðlabreytin

Týsdagurin er farin aftur um bak. Á skránni vóru vitjan í týingarleguni Sachsenhausen, ið liggur einar 40 km norðanfyri Berlin, og á OL leikvøllinum í Berlin.

Vitjan í týningarleguni er týðandi táttur av ferð okkara til Berlin, og tílík vitjan tekur tíð at festa seg í sinni næminganna.

Ferðaleiðarar møttu okkum í túninum – og førdu okkum ígjøgnum víðagitna porturið við áskriftini ‘Arbeit macht frei’ – og innar í leguna.

Har gekk hópurin í smærri bólkum runt í leguni við tí virðing, ið er sjálvsøgd, og fekk søgurnar fortaldar um ymsu ræðuleikarnar, sum m.a. Heinrich Himmler stóð á odda fyri.

Í yvirskriftini verður sagt frá grannunum, at teir vistu onki ... men hvøllu ljóðini frá skónum á fangunum dunaðu víða, tá teir vóru í bygdarlagnum, sum lá granni til leguna, og arbeiddu ... so nokk vistu tey okkurt. Men sum presturin og fyrrverandi nazisturin og skipari á kavbáti Martin Niemmoeller segði í yrking síni, so mótmælti ongin, tí man valdi jú frá at hoyra til tann tilvildarliga bólkin, ið nú var fyri ákoyringum og forfylging.

Soleiðis roynir menniskjan sum frægast at mæta sær ... og ikki er altíð lætt at mótmæla. Men eins og skipanin onki ger sjálv, so kunnu menniskju eisini vera við til at steðga ræðu-skipanum.





Kom í NámX