Uttanfyri portrið inn til Sachsenhausen

Finnast týningarlegur allastaðni … ?

04.05.2017 - Miðlabreytin

Nám X’arar vitjaðu í morgun, mikudagin 3. mai, týningarleguna Sachsenhausen, ið liggur einar 40 km uttanfyri Berlin.

Legan var ein tann fyrsta av mongum legum, og varð nýtt sum høvuðsstøð, ið samskipaði allar týningarlegurnar og teirra ræðuleikar.

Hon varð bygd upp um somu tíð, sum olympisku leikirnir vóru á sumri í 1936; og Heinrich Himmler legði til rættis ræðuleikarnar.

Næmingarnir stóðu á gáttini til nakað, ið tey helst fara at minnast og undrast á, tá upplivinigin einaferð er sodnað í teirra undirvitsku.

Einaferð fara tey helst at spyrja hví – og … kann tað henda aftur …? Klichéin hevði verið at sagt, at svarið bleiktrar onkustaðni í vindinum; tí til tess hava vit ikki tíð.

Latum okkum bert skimast rundan um okkum … eru hermót ikki allastaðni …???





Kom í NámX